Fotostudio
TEL. 317111
  • Heim
  • Gallarí
  • Um okkum
  • Samband
    • Tilboð
    • Tíðindabræv

LEIÐARAR

Ein góð mynd av stjóra, leiðara ella starvsfólki er hent at eiga, tá tit skulu vísa tykkara virki ella fyritøku fram á heimasíðuni, í einum faldara, í einum tíðindaskrivi ella aðrastaðni. Eisini eru tað alsamt fleiri, ið ynskja at fáa eina serligar myndir tiknar í sambandi við rundar dagar ella onnur serlig høvi á arbeiðsplássinum. Vit hava drúgvar royndir í at taka slíkar myndir og hava førleikan til at geva tær ta bestu myndina, ið útstrálar og vísir júst tað, tú vilt hava fram.
SÍ PRÍSLISTA

Appa við tínum myndum

Sum nakað nýtt, kunnu vit bjóða tær eina appu við tínum persónligu myndum. Við hesi appu ert tú ikki bara kulari enn hini, men tú hevur eisini møguleika at deila myndir við sms-boðum, telduposti ella við allar tínar vinir á facebook. Appin kann keypast sum ískoyti til myndamappur í støddini 13x18 og brúðarbøkur.
Picture

Hvørja stødd?

Ikki er altíð so lætt at velja, hvussu stór lidna myndin skal vera, tí viðhvørt er gott pláss á vegginum, so myndin kann vera stór, og aðrar tíðir er veggjaplássið avmarkað, so myndin skal vera minni. Men vit kunnu hjálpa tykkum at finna júst ta røttu støddina til tykkara mynd, um tit taka eina mynd av vegginum, har myndin skal heingjast upp, og senda okkum ta myndina. So kunnu vit við einum serligum forriti vísa tykkum, hvussu myndin tekur seg út í teimum ymsu støddunum á tykkara veggi.
SEND MYND
© FOTOSTUDIO