Fotostudio
TEL. 317111
  • Heim
  • Gallarí
  • Um okkum
  • Samband
    • Tilboð
    • Tíðindabræv

REPORTASJA

Ofta eru boð eftir okkum, tá myndir skulu takast í sambandi við útgávur av bókum og bløðum. Er tað ein tíðindafundur ella onnur hending, ið skal dokumenterast við myndum, ella um talan er um myndir til eina grein, greinarøð ella annað, eru vit til dystin fús. Vit hava nógvar royndir í slíkari myndatøku og koma fegnir við hugskotum um, hvussu myndin kann síggja út ella skal takast.
SÍ PRÍSLISTA

Appa við tínum myndum

Sum nakað nýtt, kunnu vit bjóða tær eina appu við tínum persónligu myndum. Við hesi appu ert tú ikki bara kulari enn hini, men tú hevur eisini møguleika at deila myndir við sms-boðum, telduposti ella við allar tínar vinir á facebook. Appin kann keypast sum ískoyti til myndamappur í støddini 13x18 og brúðarbøkur.
Picture

Hvørja stødd?

Ikki er altíð so lætt at velja, hvussu stór lidna myndin skal vera, tí viðhvørt er gott pláss á vegginum, so myndin kann vera stór, og aðrar tíðir er veggjaplássið avmarkað, so myndin skal vera minni. Men vit kunnu hjálpa tykkum at finna júst ta røttu støddina til tykkara mynd, um tit taka eina mynd av vegginum, har myndin skal heingjast upp, og senda okkum ta myndina. So kunnu vit við einum serligum forriti vísa tykkum, hvussu myndin tekur seg út í teimum ymsu støddunum á tykkara veggi.
SEND MYND
© FOTOSTUDIO