FOTOSTUDIO
Fotostudio var sett á stovn í 2009, tá Per á Hædd og Finnur Justinussen løgdu sítt fotografiska virkemi saman í eina fyritøku, ið setti sær fyri at loysa allar hugsandi fotouppgávur við góðum hugflogi og tryggum handalagi.
Alt verður í dag gjørt við talgildari tøkni, og myrkakamarið er ikki til longur. Men við tveimum faklærdum fotografum, ið hava royndir á ymsum økjum, kunnu vit fevna yvir allar uppgávur og avbjóðingar – eingin ov stór og eingin ov lítil.
Búmerkið hjá fyritøkuni ímyndar ítøkiliga ein „kameralukkara“, samstundis sum tað er ímyndin av eitt nú ferð, blómum og tí, sum sprettur og grør.

Per á HæddPer er føddur í 1959 og fór í 1977 niður til Danmarkar at læra til fotograf. Eftir lokna útbúgving kom Per heimaftur og stovnaði í 1982 sína egnu fyritøku, Fotoatelier v/Per á Hædd. Hann hevur havt atelier ymsastaðni í Havn, men síðani í 1996 hevur hann húsast á Sundsvegi 8, har eisini Fotostudio heldur til í dag.
Millum ár og dag hevur Per avmyndað so at siga alt, ið avmyndast kann, og eitt nú er hann Føroya fyrsti reklamufotografur. Í 2004 vann hann – í kapping við umleið 50 fotografar – fyrstu virðisløn í kappingini „Form & Figur“ hjá Dansk Fotografisk Forening, og var tað fyri eina mynd av eini krukku, ið snildisliga samstundis lýsti kvinnukroppin. |
Finnur JustinussenFinnur er føddur í 1977 og hevur trý ára Bachelor-útbúgving sum fotografur frá Royal Melbourne Institute of Technology í Melbourne í Australia. Hetta er ein høgt virdur skúli við næmingum úr øllum heiminum, og millum annað vóru í flokkinum hjá Finni næmingar úr Fjarðeystri, ein svenskari og ein norðmaður.
Síðani 2003 hevur Finnur starvast hjá Per á Hædd, og arbeiðsøkið fevnir um eitt nú reklamumyndir, portrettmyndir, myndir til bøkur, bløð og mangt annað. Tá Finnur var undir útbúgving í Australia, vann hann kappingina „Victorian Student of The Year (VPSY Awards) best advertising/commercial print“. |