Tá eitt virki ella ein fyritøka skal gera eina lýsing av sær sjálvum er talan bæði um søgu, gerandisdag, hugburð og arbeiðslag. Vit hava royndir í at vísa fyritøkur í myndum, ið kunnu siga meira enn orð, tí tað ræður um at fáa viðskiftafólk og onnur beinanvegin at skilja boðskapin. Talan kann bæði vera um myndir av leiðarum, arbeiðsfólki í gongd, vinnutólum og akførum, umframt bygningum og umstøðum annars. Góðar myndir kunnu undirstrika tað, tit annars vilja fortelja um tykkara vónir, vánir og virði í júst tykkara fyritøku.