Tá eitt nýtt lív er ávegis, sæst tað á komandi mammuni, og tað er hugtakandi at vita, at hon ber undir belti eitt nýtt menniskja, sum bíðar eftir at síggja dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Tað er blivið alsamt meira vanligt, at barnakonur vilja hava myndir tiknar. Summar teirra vilja taka fleiri myndir, fyri líkasum at vísa gongdina, men skal mynd takast einaferð, er ofta best at gera tað umleið fýra vikur, áðrenn kvinnan er sett at eiga. Tú ræður sjálv fyri, um tú vilt vera ílatin ella taka myndina í lítlum ella ongum klæðum, men mest umráðandi fyri okkum er, at tú ert trygg við støðuna og kanst taka tað róligt.