Tá starvsfólkadagurin er í hæddini ella felagið akkurát hevur vunnið ta stóru kappingina, kann vera gott við eini bólkamynd, har øll sleppa upp í part, sum hava givið sítt íkast til avrikið. Ella tá tann stóra ættarstevnan er, og hetta kanska er einasta høvið til at fáa eina felags mynd av tykkara ætt og skyldfólki, ræður um at fáa tikið eina góða mynd. Vit eru altíð til reiðar at taka slíkar myndir, og hóast tað kann tykjast sum ein stór uppgáva at fáa fimm ella tíggjutals fólk at vera partur av eini felagsmynd, hava vit royndirnar til at loysa eisini ta uppgávuna.