|
Appa við tínum myndum
Sum nakað nýtt, kunnu vit bjóða tær eina appu við tínum persónligu myndum. Við hesi appu ert tú ikki bara kulari enn hini, men tú hevur eisini møguleika at deila myndir við sms-boðum, telduposti ella við allar tínar vinir á facebook. Appin kann keypast sum ískoyti til myndamappur í støddini 13x18 og brúðarbøkur fyri 350.- kr.
|
Hvørja stødd?
Ikki er altíð so lætt at velja, hvussu stór lidna myndin skal vera, tí viðhvørt er gott pláss á vegginum, so myndin kann vera stór, og aðrar tíðir er veggjaplássið avmarkað, so myndin skal vera minni. Men vit kunnu hjálpa tykkum at finna júst ta røttu støddina til tykkara mynd, um tit taka eina mynd av vegginum, har myndin skal heingjast upp, og senda okkum ta myndina. So kunnu vit við einum serligum forriti vísa tykkum, hvussu myndin tekur seg út í teimum ymsu støddunum á tykkara veggi.
|