Okkara 30 ára royndir við brúðarmyndatøkum tryggja tykkum tær bestu myndirnar frá tykkara stóra degi – og vit borga fyri, at dygdin er í hásæti. Dagurin, har tit ganga inn í hjúnarlagið, er ein stórur dagur, har tað hendir so nógv, og tá gestirnir eru farnir og ruddað er av borðinum, eru bara myndirnar eftir… Vit hjálpa tykkum at minnast løtuna og tykkara stóra dag, tí einki er vakrari ella meira romantiskt, enn góðar brúdleypsmyndir.