Hvat er hetta fyri nakað, spyrst tú kanska? Ein myndabók, eitt litkort ella kanska ein vifta til at køla seg av við í føroyska hitanum? Tað er upp til tín, tí okkara tanki var at gera okkurt, sum var eitt sindur øðrvísi enn tað vanliga.
Í øllum førum er hetta ein gáva til ferðafólkið ella tey, tú ætlar tær at vitja uttanlanda, tí um tú blaðar ígjøgnum Faroe Islands in Colours, kanst tú eftir lítlari løtu koma runt stórar partar av landinum og uppliva Føroyar í øllum sínum mongu, fjølbroyttu og føroysku litum.
Bókin, sum er lítil í vavi og løtt at hava við sær, fæst í bókhandlum og á kunningarstovum kring landið. Vit senda tær fegin nøkur eintøk. Prísurin er 125 kr.