Føroyar teljast millum mest forkunnugu ferðamál í heiminum, og tað er ikki uttan orsøk. Vit eiga eina so sjáldsama og egna náttúru, at einki er at siga til, at mong verða bergtikin av henni. Hevur tú brúk fyri eini góðari náttúrumynd, kundi tað hent seg, at vit áttu júst røttu myndina. Talan kann vera um eina loftmynd, panoramamynd, nærmynd ella annað, tí møguleikarnir eru óendaligir. Og eiga vit ikki myndina, tú skalt brúka, kunnu vit altíð taka hana, tí vit fara fegin út við myndatólinum. Eisini hava vit yvir hundrað ára gamlar myndir úr Føroyum, ið tað ber til at bíleggja.