Tá próvtøkan er endað og húgvan komin á høvdið, er enn ein varði náddur í lívinum, og talan er um ein serstakan dag, vit kunnu hjálpa tær at varðveita í myndum. Talan kann bæði vera um myndir av tí einstaka studentinum, fleiri saman ella myndir, har tit eru fleiri studentar ella familjan eisini er við. Tú hevur prógvað, at tú hevur uppiborið húgvina, og fyri eftirtíðina kunnu vit hjálpa tær at goyma dagin og løtuna.
Umframt tær siðbundnu myndirnar, kunnu vit eisini taka eitt sindur øðrvísi pisumyndir, alt eftir tykkara ynski. Prísur úr 1.650 kr.
Møguleiki er eisini fyri – uttan eyka kostnað – at taka nakrar eyka myndir ein annan dag, har studenturin er í gerandisklæðum.
Ókeypis! Við í prísinum eru talgildar myndir at nýta á facebook o.l.