Fotostudio
TEL. 317111
  • Heim
  • Gallarí
  • Um okkum
  • Samband
    • Tilboð
    • Tíðindabræv

SKÚLAR & STOVNAR

Um tað so er skúlin ella barnagarðurin, ið ynskir myndir av børnunum – bæði hvør sær og saman – kunnu vit loysa uppgávuna. Myndirnar av tínum barni kunnu bæði gleða teg sum foreldur, umframt ommur og abbar og onnur við. Og so er tað eisini stuttligt at síggja, hvussu barnið broytist við árunum, tí ofta ganga ikki so nógv ár millum barnagarðs- ella skúlamyndirnar. Vit átaka okkum at taka myndir av bæði heilum stovum ella flokkum, umframt hvørjum barni sær, so øll koma at eiga eina góða mynd til eftirtíðina.
SÍ PRÍSLISTA

Appa við tínum myndum

Sum nakað nýtt, kunnu vit bjóða tær eina appu við tínum persónligu myndum. Við hesi appu ert tú ikki bara kulari enn hini, men tú hevur eisini møguleika at deila myndir við sms-boðum, telduposti ella við allar tínar vinir á facebook. Appin kann keypast sum ískoyti til myndamappur í støddini 13x18 og brúðarbøkur.
Picture

Hvørja stødd?

Ikki er altíð so lætt at velja, hvussu stór lidna myndin skal vera, tí viðhvørt er gott pláss á vegginum, so myndin kann vera stór, og aðrar tíðir er veggjaplássið avmarkað, so myndin skal vera minni. Men vit kunnu hjálpa tykkum at finna júst ta røttu støddina til tykkara mynd, um tit taka eina mynd av vegginum, har myndin skal heingjast upp, og senda okkum ta myndina. So kunnu vit við einum serligum forriti vísa tykkum, hvussu myndin tekur seg út í teimum ymsu støddunum á tykkara veggi.
SEND MYND
© FOTOSTUDIO