Øll hava eitt talent, og bara hugflogið kann seta mark fyri, hvat títt talent kann vera. Men tað er eisini stuttligt at kunna vísa við myndum, hvussu talentið verður brúkt. Klárar tú loftar tíggju bóltum í senn, syngur betur enn stóru stjørnurnar, svølgir eld, íðkar onkran ítrótt ella okkurt heilt annað, kunnu vit hjálpa tær at fáa góðar myndir, ið vísa títt talent fyri fullum útblástri. Hetta kann eisini vera eitt gott gávuhugskot, um tú kennir onkran við einum talenti, sum hevur uppiborið at koma í fokus.