Hóast vit hava allar teir studiohentleikar, brúk er fyri, fara vit fegin út fyri dyr at taka myndir, og ofta kann tað gera allan munin, at myndin verður tikin í einum náttúrligum umhvørvi ella úti í sólarljósi, heldur enn í studio. Er tað okkurt serligt stað, ið hevur týdning fyri teg ella tykkum, so kunnu vit saktans taka myndina har. Ella um talan er um eina mynd, ið er meira náttúrlig at taka uttandura, so er bara at leggja ynski fram, tí okkum dámar eisini væl at taka myndir í náttúrligum ljósi og umhvørvi.
Umframt tær siðbundnu myndirnar, kunnu vit eisini taka eitt sindur øðrvísi myndir, alt eftir tykkara ynski. Prísur úr 1.650 kr.