Ungdómurin er vakur og sorgleysur, og hetta er tíðin, har dreymarnir um framtíðina og tilveruna eru í hæddini. Ikki er óvanligt, at ungfólk droyma um eina tilveru sum modell, og er hugurin til at royna hetta í verki – um tað so bara skal vera hesa einu ferðina – kunnu vit saktans hjálpa til. Ungfólk kunnu sleppa at royna seg sum modell framman fyri myndatólinum. Kanska kann tað einaferð vera hent at eiga bæði myndir og royndir at vísa á? Hetta er eisini ein góð gáva at geva ungu gentuni ella unga dronginum, ið hevur hug at fara modellvegin.